Verndarpolitikkur

Verndarpolitikkur

Verja av persónligum upplýsingum

Hetta skjalið lýsir á hvønn hátt tínar persónligu upplýsingar vera savnaðar, nýttar og deildar, tá tú vitjar ella gjøgnumførir eitt keyp á heimasíðuni www.sorella.fo

Persónligir upplýsingar, ið vit savna

Tá tú vitjar heimasíðu okkara vera ávísar upplýsingar um eindina tú nýtir savnaðar av einari sjálvvirkandi protokoll. Hetta inniber upplýsingar um hvønn net kaga, tú nýtir, IP adressu, tíðarøki og cookies sum eru innsettar í tínari eind. Harafturat savna vit upplýsingar um tær einstøku síðurnar ella vørurnar, tú hyggur at, tá tú kagar ígjøgnum heimasíðuna. Eisini savna vit upplýsingar um tær heimasíður ella orðaleitingar, ið leiddu teg til heimasíðu okkara, og hvussu tú nýtir síðuna. Vit kalla hesar savnaðu upplýsingarnar “upplýsingar um eind”.

Vit savnað upplýsingar um tína eind við nýtslu av fylgjandi tøkni:

  • “Cookies” eru dáta fílar sum vera tiknar niður á tína eind og innibera ofta eitt dulnevnt og einnevnt dátuheiti. Fyri meiri upplýsing um cookies og hvussu ein kann óvirka tær, kanst tú vitja http://www.allaboutcookies.org.
  • “Log files” fylgja tíni gongd á heimasíðuni, savna dátur so sum tína IP adressu, hvønn kaga tú nýtir, alnet tænastu veitara, tilvísandi/útgongds síðu og dato/tíðar stempul.
  • “Web beacons”, “tags” og “pixels” eru elektroniskar fílur, sum verða nýttir til at upptaka upplýsingar um hvussu tú kagar síðuna.

Tá tú gjøgnumførir eitt keyp á heimasíðuni, so verður tú biðin um at upplýsa ymsar persónligar upplýsingar so sum navn, bústað, gjaldupplýsingar (hetta inniber eisini títt gjaldskort nummar), telefonnummar og teldupost. Vit kalla hesar savnaðu upplýsingarnar “upplýsingar um bílegging”.

Tá talan er um persónligar upplýsingar í hesum tryggingarskjalinum er talan um bæði eindar upplýsing og bíleggingar upplýsing.

Hvussu vit nýta tínar persónligu upplýsingar

Vanliga nýta vit bíleggingar upplýsingar, sum vera savnaðar, til at gjøgnumføra einhvørja bílegging, ið verður gjørd á heimasíðuni. (Hetta inniber atgongdina til tína gjaldupplýsing, sum verður skipað til farmaflutning og verður eisini nýtt at senda tær rokning og/ella bíleggingarváttan.) Harafturat nýta vit hesa bíleggingarupplýsingar til at:

  • Samskifta við teg
  • Forða fyri møguligum bíleggingar vanda ella sviki
  • Veita tær upplýsingar ella lýsingar samsvarandi teimum vørum ella tænastum, tú vísur áhuga í á okkara heimasíðu.

Vit nýta upplýsingarnar um tína eind, sum vera savnaðar til at hjálpa okkum at forða møguligar vandar ella svik (serliga tína IP adressu). Men vanliga nýta vit tær til at menna og bøta um heimasíðuna. (til dømis, við at framleiða hagtøl um hvussu okkara kundar kaga og bera seg at á heimasíðuni og meta um okkara marknaðarføring og lýsingar átøk.)

Deiling av persónligum upplýsingum

Vit deila tínar persónligu upplýsingar við ‘third parties’ sum hjálpa okkum at nýta tínar persónligu upplýsingar sum nevnt omanfyri. Til dømis nýta vit Shopify til at reka okkara nethandil. Tú kanst lesa meiri um hvussu Shopify nýtir tínar persónligu upplýsingar á https://www.shopify.com/legal/privacy. Vit nýta eisini Google Analytics til at hjálpa okkum at skilja, hvussu okkara kundar nýta heimasíðuna. Tú kanst lesa meiri um hvussu Google nýtir tínar persónligu upplýsingar á https://www.google.com/intl/en/policies/privacy. Tú kanst eisini siga teg burturúr Google Analytics her: https://tools.google.com/dlpage/gaoptout.

Til seinast kunnu vit eisini deila tínar persónligu upplýsingar við myndugleikar í tráð við galdandi lóggávu og reglugerð, ið kann vera grund fyri eini vitnisstevnu, leitingarloyvi ella aðrar umbønir frá myndugleikum eftir upplýsingum. Hetta eru hættir vit nýta at verja okkara rættindi.

Sum lýst omanfyri nýta vit tína persónligu upplýsingar at veita tær málrættaða marknaðarførslu ella marknaðarsamskifti, ið vit halda vera áhugavert fyri teg. Fyri meira kunning um hvussu málrættað marknaðarføring virkar, kanst tú vitja heimasíðuna ‘Network Advertising  Initiatives’ (NAI) her: ‘http://www.networkadvertising.org/understanding-online-advertising/how-does-it-work’.

Tú kanst siga teg burturúr málrættaðari marknaðarførslu her:

  • FACEBOOK - https://www.facebook.com/settings/?tab=ads
  • GOOGLE - https://www.google.com/settings/ads/anonymous
  • BING - https://advertise.bingads.microsoft.com/en-us/resources/policies/personalized-ads

Harafturat kanst tú siga teg burtur úr summum av tænastunum á ‘Digital Advertising Alliance opt-out portal’ her: http://optout.aboutads.info/. 

Do not track

Vinarliga legg til merkis, at vit broyta ikki hvussu vit heinta og brúka dátur á heimasíðuni, tá vit síggja eitt “Do Not Track” signal frá tínum net kaga. 

Tíni rættindi

Um tú býrt í Evropa, so hevur tú rættindi til at fáa atgongd til persónligu upplýsingarnar, vit hava um teg og til at spyrja eftir rætting, dagføring ella at strika upplýsingarnar. Um tú vilt nýta hesi rættindi, vinarliga set teg í samband við okkum umvegis upplýsingarnar niðast á síðuni. 

Harafturat um tú ert ein íbúgvi í Evropa vilja vit viðmerkja, at vit hava eina tilgongd til tína persónligu upplýsingar fyri at fullføra avtalur, vit hava við teg. (t.d. um tú bíleggur ígjøgnum síðuna). Vit nýta tær eisini til at fylgja okkara virkisáhuga vístar omanfyri. Til seinast, vinarliga legg til merkis, at tínir upplýsingar vera tøkir uttanfyri Evropa í londum sum Amerika og Kanada.

Varðveitsla av dátum

Tá tú gjøgnumførir eina bílegging á okkara heimasíðu, goyma vit tína bíleggingar upplýsingar, uttan so at tú biðir okkum um at strika nevndu upplýsingar.

Broytingar

Legg til merkis, at hettar skjalið kann dagførast til at varpa ljós á broytingina á okkara mannagongdum ella av rakstrar, løgfrøðiligum ella øðrum líknandi orsøkum. 

Set teg í samband við okkum

Fyri fleiri upplýsingar, spurningar ella klagur um hvussu vit nýta tínar persónsupplýsingar, vinarliga set teg í samband við okkum við telduposti: